Tekstarøðin hjá Høgna Mohr í Dimmalætting í vetur er komin út í bók. Hon fæst til keyps í Gamla bókhandli í Havn.
Teir sjey tankatekstirnir hjá rithøvundanum eru hesir:
“Einki heiti”
“Meiningarleysar meiningar”
“Sekkjaður”
“Landet med citronmånen”
“Lendisvandálar”
“Fyrigev okkum syndir okkara”
“Tað tómliga tolsemið”
Bókarheiti: Tað tómliga tolsemið
Útgevari: Øgiliga egið forlag
Framleitt: Føroyaprent
Útgávuár: 2020
Síðutal: 60
Kostnaður: 150 krónur



