Hesar dagarnar verður arbeitt við stóra jólablaðnum, ið verður á gøtuni fríggjadagin 18. desember. Tilfar og lýsingar til blaðið skal verða okkum í seinasta lagi mikudagin 16 desember kl. 10.00. Hetta er somuleiðis ársins seinasta útgáva av Norðlýsinum.
Norðlýsið redaktiónin arbeiðir í løtuni við síðsta blaðnum í ár. Higartil eru 43 útgávur av Norðlýsinum gjørdar í ár og stóra jólablaðið verður sostatt nr. 44 í røðini.
Stóra jólablaðið verður borið út í hvørt heim í Norðoyggjum.
Jólablaðið er gott høvið hjá myndugleikum og fyritøkum at fáa jólaheilsur v.m við.
Tilfar og lýsingar til blaðið skal verða okkum í hendi áðrenn mikudagin 16. desember kl. 10.
Sendið á info@nordlysid.fo ella lysing@nordlysid.fo Tit kunnu eisini ringja til sølumannin Hans Jacob á Líknargøtu á tlf. 742222



