Harleywoodpaint
Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Landsliðsvenjingarlega uttan KÍ-leikarar

Jákup Ósá

Sagt verður í tíðindaskrivinum, at KÍ-leikararnir ikki eru tøkir.

FSF hevur sent tíðindaskriv út í dag, har ein hópur á 23 leikarar er kunngjørdur, sum skal á venjingarlegu í Havn dagarnar 11. – 14. februar. Tað verður upplýst, at KÍ-leikararnir ikki eru tøkir til venjingarleguna. 

Sum Norðlýsið skilir, so verður tað í KÍ mett at vera eitt so mikið týdningarmikið tíðarskeið at missa eini 6-8 leikarar. Undankappingarárið verður av flestu venjarum sæð sum sera týdningarmikið eins og hjá KÍ er ein uppgáva at fáa spælt fleiri nýggjar leikarar inná liðið saman við føroyingunum. Norðlýsið arbeiðir við at fáa viðmerkingar frá KÍ, tí hetta eru ikki váttaðar upplýsingar. 

Við tað at talan ikki er um eitt landsliðsumfar hjá UEFA, so hava feløgini rætt til at nokta leikarunum at fara til landsliðsørindi. 

 

FSF skrivar:

Håkan Ericson og Eli Hentze hava sent boð eftir 23 spælarum til venjingarlegu, sum verður í Havn frá 11. til 14. februar.

Fyrireikingarnar hjá A-landsliðnum við monnum til komandi HM-undankapping, har Føroyar skulu møta Moldova, Eysturríki, Skottlandi, Ísrael og Danmark, eru so smátt farnar í gongd.

Í døgunum 11. til 14. februar verður skipað fyri venjingarlegu í Havn, og í tí sambandi hava landsliðsvenjarin, Håkan Ericson, og hjálparvenjarin, Eli Hentze sent boð eftir 23 spælarum.

Talan er um spælarar, ið allir hava sína dagligu gongd í heimligu kappingini. Tíverri eru teir, ið eru sáttmálabundnir við KÍ, ikki tøkir til venjingarleguna hjá landsliðnum.

Hópurin
Tórður Thomsen, NSÍ
Símun Rógvi Hansen, B36
Rói Zachariassen, EB/Streymur
Daniel Johansen, HB
Alex Mellemgaard, B36
Samuel Johansen Chukwudi, HB
Andrias H. Eriksen, B36
Gunnar Vatnhamar, Víkingur
Heðin Hansen, HB
Hørður H. Askham, HB
Bartal Wardum, HB
Heri Hjalt Mohr, HB
Rene Shaki Joensen, HB
Adrian R. Justinussen, HB
Dan í Soylu, HB
Tróndur Jensen, NSÍ
Magnus Holm Jacobsen, B36
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Stefan Radosavljevic, HB
Andreas Lava Olsen, Víkingur
Hilmar Leon Jakobsen, HB
Jákup L. Thomsen, HB
Petur Knudsen, NSÍ

Føroyar spæla fyrsta dystin í komandi HM-undankapping tann 25. mars, á útivølli móti Moldova.