Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Kvøddu saman við okkara eldru

skulatrod.fo

Nú tað stundar til føstu hava allir 10 árgangirnir á Skúlatrøð valt sær hvør sítt kvøði at kvøða. Vant hevur verið dúgliga seinastu dagarnar.

Í dag vóru næmingarnir í 4. flokki úti á Norðoya Røktarheimi, í Niðristovu, og kvøddu saman við teimum eldru. 

Tey kvøddu Veturin kom við kulda og kava, Santa Simion og 30 ørindi av Sigmundskvæði yngra. Tey eldru kvøddu eisini við.

Øll korona tilmælini vóru hildin, frástøða og reinføri. 

Bæði næmingar og tey eldru vóru glað fyri løtuna og við hesum takka lærarar og næmingar fyri møguleikan.