Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fugloyingar fingið brúkarakort

Jóhann Lützen

Fugloyar kommuna hevur í samstarvi við Strandfaraskip Landsins (SSL) gjørt eitt brúkarakort til allar borgarar, sum hava fastan bústað í Fugloy

Brúkarakortið er til nýtslu í samband við ferðing til/frá Fugloy (Hattarvík/Kirkja) við Strandfaraskip Landsins (SSL).
Brúkarakortið umfatar eisini eina taxaloysn til leið 58, um so er, at ongin bussur sambindur leið 58 við Klaksvík, tá kunnu ferðandi telefonkalla taxa.

Brúkarakortið umfatar eisini eina taxaloysn til borgarar, ið eru 70 ár og eldri, har viðkomandi fær tilboð um at bilur stendur klárur at flyta viðkomandi til og frá staðnum, har ørindini eru eitt nú læknaørindi, ambulatorium ella onnur ørindi skulu havast, har tað er landafast.

Brúkarakortið skal vísast starvsfólkunum hjá SSL, tá ið biðið verður um tað. Um brúkarakortið ikki kann vísast fram, skal viðkomandi sjálvur gjalda fyri ferðina.

Henda skipan er galdandi frá 1. apríl 2021.

Harleywoodpaint