Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Bakkafrost hevur almannakunngjørt ársroknskapin fyri 2020

Tíðindaskriv

Ársroknskapurin á enskum er tøkur á heimasíðuni hjá Bakkafrost, www.bakkafrost.com. Ársroknskapurin á føroyskum verður tøkur áðrenn ársaðalfundin 9. apríl 2021, sum kallað verður inn til í komandi viku.

Rúni M. Hansen, nevndarformaður, sigur í formansfrágreiðingini til roknskapin:

“2020 hevur á mangan hátt verið eitt óvanligt ár. Í byrjanini av 2020 hevði fáur ímyndað sær, at eitt lítið, ósjónligt virus skuldi skapa so nógv órógv í okkara gerandisdegi. Tíbetur eru øll okkara starvsfólk higartil komin væl ígjøgnum Covid-19 farsóttina, og virksemið hjá Bakkafrost hevur bara í minni mun verið ávirkað. Á alheims laksamarknaðinum er søgan tó ein heilt onnur.

Í 2020 broyttist laksamarknaðurin so hvørt, sum ymisku partarnir av heiminum upplivdu eina bylgju fyri og aðra eftir við vaksandi tilburðum av Covid-19. Stongsulin av matstovutænastuvinnuni (hotell, matstovur og vistaveiting) á okkara høvuðsmarknaðum hevur havt eina neiliga ávirkan á umsetningin og lønsemi hjá Bakkafrost, av tí at vit vanliga selja okkara stóra hágóðskulaks til matstovutænastuvinnuna um allan heimin. Fólk hava ferðast minni í 2020 og flutningsruturnar eru fækkaðar. Hetta hevur minkað um møguleikan fyri loftvegis flutningi, og útreiðslurnar til flogflutning til amerikanska marknaðin eru meir enn tvífaldaðar. Tað sama gjørdi seg galdandi við flutningi til Kina tíðliga í tíðarskeiðnum, eftir at farsóttin tók seg upp.

Úrslitið var ikki bert ávirkað av øktum flutningskostnaði í 2020. Í miðal minkaði dagsprísurin á laksi við 24,1% ígjøgnum árið, og rákið gjørdi seg serliga galdandi frá seinast í 2. ársfjórðingi til árslok.

Undir farsóttini hevur týdningurin av smidligu virðisketuni hjá Bakkafrost verið eyðsýndur. So hvørt sum eftirspurningurin í matstovutænastuvinnuni eftir feskum laksi er minkaður, hevur Bakkafrost megnað at umlagt framleiðsluna, soleiðis at størri nøgdir vórðu framleiddar á liðugvørudeildini. Henda deildin framleiðir vørur sum verða seldar av leiðandi handilsketum, har eftirspurningurin eftir laksi hevur verið sera stórur, meðan farsóttin hevur herjað. Alheims laksamarknaðurin er vaksin í 2020, og vøksturin hevur verið serliga stórur í USA og Evropa.

Í 4. ársfjórðingi 2019 keypti Bakkafrost The Scottish Salmon Company (SSC), og við tí hava vit víðkað okkara aling til nýggj øki uttanlands. Við keypinum økti Bakkafrost um rakstrarøkið, og tað hevur havt við sær nýggjar vakstrar- og menningarmøguleikar hjá samtakinum. Tá ið Bakkafrost keypti SSC, var hettar felagið lágt virðismett á partabrævamarknaðinum, í mun til aðrar alifyritøkur og í mun til teir menningarmøguleikar, Bakkafrost sær í keypinum. Vit rokna tó við, at tað fer at taka 5 ár at fremja ætlaðu broytingarnar, og vit hava í 2020 arbeitt tætt saman við nýggju starvsfólkum okkara í Skotlandi, fyri at umleggja virksemið. Hettar fevnir millum annað um at gera miðvísar íløgur og endurskoða mannagongdir eftir fremstu standardum. Vit vænta,  at hetta verður  ein góð íløga við góðum menningarmøguleikum.

Ein av týdningarmestu broytingunum fyri at betra um útslitini av alingini í Skotlandi, er at økja um støddina og góðskuna av smoltinum, sum verður sjósett. Bakkafrost hevur ætlanir um at byggja tríggjar stórar og nýmótans smoltstøðir í Skotlandi, líknandi teimum smoltstøðum, sum Bakkafrost hevur í Føroyum. Sostatt verður stór smolt strategiin hjá Bakkafrost eisini sett í verk í Skotlandi. Við at betra um góðskuna og økja støddina á smoltinum til 500 gramm, verður tíðin í sjónum stytt niður í 10-12 mánaðir. Hervið minkar lívfrøðiligi váðin og gevur hettar eisini møguleika fyri at økja tøkunøgdina á burðardyggan hátt. Tann fyrsta av hesum trimum smoltstøðunum í Skotlandi er smoltstøðin í Applecross. Hendan alistøðin verður nú útbygd og útgjørd við RAS-tøkni (endurnýtslu av vatni). Útbyggingin sum við tíðini fer at økja um støddina á smoltinum og betra um góðskuna, verður væntandi liðug í 2023, og verða vit tá sjálvbjargin við 250 gramm smoltum í Skotlandi. Hetta fer at kollvelta alingina í Skotlandi, sum verður ment enn meira, tá tær báðar næstu smoltstøðirnar eru lidnar, og miðalstøddin á smoltinum er økt til 500 gramm.

Bakkafrost hevur seinastu árini gjørt stórar íløgur í allari virðisketuni í Føroyum. Hesar íløgurnar á 3 milliardir kr., vórðu lýstar í okkara 5-ára íløguskrá fyri tíðarskeiðið 2018-2022. Partur av hesum íløgunum er gjørdur í mjøl-, lýsi-, og fóðurgeiran (FOF), sum nú letur fóður til øll okkara alibrúk í Føroyum og Skotlandi. Flestu íløgurnar í íløguskránni fyri 2018 eru nú lidnar ella væl ávegis. Eitt dømi um eina framda íløgu, er sera stóra smoltstøðin á Strond, sum nú framleiðir stór smolt við sera høgari góðsku. Árið 2021 verður árið, har vit veruliga fara at síggja úrslitini av íløgunum. Hettar sæst millum annað aftur í tøkunøgdini í Føroyum fyri í ár, ið væntandi verður   66.000 tons í kruvdari vekt. Hetta er ein øking í mun til undanfarin ár. Komandi árini fer tøkunøgdin so við og við at økjast til 100.000 tons í kruvdari vekt, væntandi í 2025 ella 2026.

Til tess at økja tøkunøgdina í Føroyum útyvir 100.000 tons í kruvdari vekt á burðardyggan hátt, meta vit at aling á opnum havi er ein góður møguleiki fyri Bakkafrost. Umstøðurnar fyri aling á opnum havi eystan fyri Føroyar eru góðar, eins og staðsetingin er góð fyri Bakkafrost. Vit hava søkt um eitt aliloyvi til aling á opnum havi, og vóna at fáa loyvið í 2021.

Tað er tó sera týdningarmikið fyri okkum, at okkara vakstrarmál eru í javnvág við náttúrunnar mørk. Vit eru sannførd um, at alilaksur er ein av loysnunum at tryggja burðardygga framleiðslu av mati til vaksandi íbúgvaratalið í heiminum. Vit eru førandi í vinnuni tá tað kemur til fóður-til-mat umskiftisfaktorin og lágu kolevnisslóðina. Tí tørvar okkum at vaksa, men uttan at hettar er til ampa fyri náttúruna.

Vit arbeiða støðugt við at betra um tilfeingisnýtsluna í okkara virksemi. Harafturat stremba vit eftir at hava ringrásbúskap og nýhugsan í okkara virðisketu. Eitt dømi um hetta er biogassverkið FÖRKA, sum varð liðugt í 2020. Hetta virðislønta virkið, grundað á ringrásbúskap, loysir nú eina lívfrøðiliga avbjóðing við at taka ímóti lívrunnum burturkasti frá Bakkafrost eins og frá bóndunum. Samstundis framleiðir virkið grøna orku til el-netið hjá SEV og fjarhitaskipanina í Føroyum. Sjálvt hjáframleiðslan hjá FÖRKA hevur virði fyri bøndurnar, sum fáa góðskutøð frá biogassverkinum. Tað er eisini  umhvørvið, ið fær ágóðan, nú árliga CO2 útlátið fer at minka við áleið 11.000 tonsum.

Útvegan av burðardyggum rávørum og at vit ala á burðardyggan hátt hevur alstóran týdning fyri okkum. Tá vit keypa rávørur til fóðurframleiðsluna til laks okkara, leggja vit stóran dent á at velja rávørur, ið hava góðkenning innan burðardygd. Vit fegnast um, at øll okkara aliøki í Føroyum nú eru ASC-góðkend, og at vit sostatt hava rokkið málinum, sum vit settu okkum fyri 2020.

Eitt sunt umhvørvi er fortreytin fyri einum sunnum virksemi. Tá ið vit virka í einum samfelagi, ið er so bundið at náttúruni, so er alneyðugt, at javnvágin við náttúruna er røtt og burðardygg. Vit eru algreið yvir nútíðar og framtíðar avbjóðingina, vit standa yvir fyri, at kunna geva vaksandi fólkatalinum í heiminum góðan og sunnan mat, uttan at tað skal verða til ampa fyri umhvørvið.

 

Vinningsbýti:

Nevndin fer á ársaðalfundinum at skjóta upp, at vinningsbýtið verður 3,65 kr. fyri hvørt partabræv. Hetta svarar til eitt samlað vinningsbýti á 215,9 mió kr.

 

Tøkk til okkara starvsfólk

Vegna nevndina fari eg at takka øllum starvsfólkum í Bakkafrost samtakinum fyri heilhuga, nærlagni og ágrýtni í arbeiðinum í 2020. “