Tað gjørdist til ein sannførandi Mjølnir sigur í dag
Mjølnir kvinnurnar vístu gott álopsspæl í dag og tær kempaðu væl á gólvinum. Hugaligt er at síggja tær ungu kvinnurnar taka meira og meira ábyrgd inni á liðnum. Tað eru hesar, ið byggjast skal á komandi árini.
Tað er stórur spenningur um hvør fer at vinna bronsu heiðursmerkini. Við sigrinum í dag eru Mjølnir og Fleyr javnar í stigum, men Fleyr spælir móti TB og kunnu væntast at vinna tann dystin.
Mjølnir 3 – 0 KÍF: Settúrslit 25-12, 25-19 og 25-22


