Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

LOA skrivar um Mentanarhúsið í Klaksvík

Dávur Winther Myndir: Dávur Winther

Grunnurin, Mentanarhús í Klaksvík hevur í drúgva tíð havt samskifti við LOA ella Lokale og Anlægsfonden um um- og afturatbyggingina av verandi Posthúsi til tað nýggja Mentanarhúsið í býnum. Posthúsið er teknað av Pall Gregoriussen í 1967. Nýbyggingin er teknað av Ósbjørn Jacobsen, Arkitektar.

LOA hevur við sínum ynskjum um funktionalitet og margfeldisbrúki av húsinum verið við til at ávirka byggingina tann góða vegin. Eisini hevur Ósbjørn Jacobsen dugað væl at samansjóða tey mongu ynskini frá eigara, brúkarum og ráðgevum annara við egin ynski um at skapa og sniðgeva eitt serstakt Mentanarhús í miðbýnum í Klaksvík.

LOA fylgir væl teimum prosjektum, tey veita stuðul til, og er regluligt samskifti við tey – einamest við Annu Hassel, arkitekt hjá LOA, um byggingina í Klaksvík. Tey fegnast um, at byggingin gongur eftir ætlan, og at byggingin annars gerst meira sjónlig í lendinum.

Á heimasíðuni hjá LOA hava tey gjørt eina temasíðu, sum hesaferð umtalar Mentanarhúsið í Klaksvík við lovandi orðum.