Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Bóndafelag Føroya hevur havt ársaðalfund í dag.

Bóndafelag Føroya

Rættuliga fitt av fólki hevði leitað sær til fundarstaðin, sum var á Búnaðarstovuni í Kollafirði í dag. Umframt formansfrágreiðing og framløgu av roknskapinum, var eisini nevndarval á skránni.

 

Nevndin í Bóndafelag Føroya er nú mannað soleiðis:

  • Sigert Patursson, formaður
  • Eynar Martin Kjærbo, næstformaður
  • Dánjal Petur Múller
  • Eyðfinnur í Búðini
  • Heini á Heygum
  • Símun Gullaksen

Tiltakslimir eru;

  • Jóhan Jógvansson
  • Bjørn Kalsø

 

Heimablíðni hjá Onnu og Óla á Velbastað, borðreiddi við ymiskum leskiligum ábiti úr egnum kova, og høvdu fundarluttakarnir møguleika at njóta góðan borda, áðrenn farið var undir seinna partin av fundinum, sum umfataði framløgur og kjak.

Landsstýrismaðurin í landbúnaðarmálum hevði eina áhugverda framløgu um landbúnaðarpolitik og kom eisini inn á viðurskiftini í sambandi við gongd í haga. Lívligt kjak var eina løtu og luttøkan var góð úr salinum.

Eftir hetta hevði Símun Gullaksen, stjóri í Sp/f Jarðir, eina framløgu um virksemi og endamál felagsins.

Fundurin endaði við, at Fróði Mortensen, stjóri í Førka hevði eina framløgu um biogas og spennandi framgongdina hesum viðvíkjandi. Fundarluttakarnir vóru bjóðaðir at vitja biogasverkið á Skarðshjalla eftir fundin og fingu eina sera læruríka rundsýning.