Klaksvíkar Dartfelag (KDF) fekk eina brúkiliga byrjan uppá landskappingina.
Fyrsti dysturin var ímóti HDF2 og vann KDF 9-5. Síðani spældu vit javnt 8-8 ímóti Pílar & Skot úr Fuglafirði. Aftaná at hava verið á odda 8-5 tann seinna dystin so var endin keðiligur, men KDF er við í toppinum frá byrjan. Tey, ið mannaðu liðið, vóru Sakaris Ludvík Súnason, Hans Jacob Heinesen, Uni Heðinsson og einasta kvinna, sum leikti í tveimum teimum fyrstu umførunum í kappingini, Beinta Joensen.
Næsti dystur verður 8. mai, tá KDF møtir VDF, ið telist ímillum tungvektararnar í deildini, og D9 3.



