Javnleikurin ger, at Team Klaksvík ikki hevur møguleika at spæla seg í hálvfinalurnar.
Team Klaksvík hevur spælt við um møguleikan at røkka 4. plássinum til næstsíðsta umfar í kvøld í innleiðandi kappingini. Team Klaksvík var á odda í pørtum av dystinum og eisini í síðsta minutti, men í síðsta sekundi fekk VÍF eitt brotsskast, sum stór ónøgd var um í Team Klaksvík leguni. Men dómurin stóð við og VÍF javnaði til 34-34. Tað ger, at Team Klaksvík ikki longur hevur møguleika at koma í hálvfinalurnar. Talan er tó um kanska besta árið nakrantíð hjá Team Klaksvík, sum hevur fingið stig móti øllum liðum í deildini. Team Klaksvík hevur 15 stig og tey stigini eru komin móti KÍF (4), H71 (2), Neistanum (2), StÍF (4), Kyndil (2) og VÍF (1).
Málskjúttar hjá Team Klaksvík í Vestmanna vóru: Valentino Valentakovic (11), Vilhelm Vilhelmsen (6), Kjartan á Gravarbø (5), Vuk Stevanovic (5), Jens pauli Mohr (2), Sámal á Tjaldrafløtti (2), Dánjal Kjærbo (2) og Beinir Johannesen.



