Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Viðmerkingar gjøgnum røttu kanalirnar

klaksvik.fo

16. mars sendi borgarstjórin, Karl Johansen viðmerkingar til hoyringsskriv frá SSL, dagf. 3. mars 2021, um uppskot um tillaging av koyringini hjá Bygdaleiðum, leið 400, 401, 440 og 450.

Í viðmerkingunum til uppskotið harmast kommunan m.a. um, at vent verður aftur til gomlu farleiðina, tí tá missa borgarar í kommununi allar fyrimunir við einum skjótum busssambandi millum Klaksvík og Havnina.

Karl Johansen, borgarstjóri, sigur, at hann í viðmerkingunum til hoyringsskrivið setir spurnartekin við hetta, tí tað sær út til, at koyritíðin fyri flestu dagligu túrarnar verður ikki stytt, soleiðis sum væntað varð.

Ført hevur verið fram í miðlunum í dag, at óvissa er um hoyringsskriv er sent og skrivað til uppskotið.

– Vit hava brúkt røttu kanalirnar og hava sjálvandi sent viðmerkingar til hoyringsskrivið frá SSL. Mannagongd hevur ikki verið, at slík hoyringsskriv verða løgd fyri nevnd. Fyri meg, sum borgarstjóra hevur tað størri týdning, at viðmerkingarnar verða sendar til røttu viðkomandi heldur enn at at fáa miðlaumtalu, sigur Karl Johansen, borgarstjóri.

– Vit hava fylgt mannagongdini frá undanfarna býráð, men ynskir núverandi býráð, at hendan mannagongd verður broytt ella endurskoðað, so taki eg tað upp, sigur Karl Johansen.

Harleyfacadeacryl