Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Katrin takkar fyri seg

klaksvik.fo

1. apríl fer Katrin Egholm Joensen úr starvi, eftir at hava starvst í kommununi í síðan 2014.

Fríggjadagin var ein lítil samkoma fyri starvsfólkunum, har borgarstjórin takkaði Katrin fyri trúgva og trúfasta tænastu, nú hon gevst í starvinum vegna aldur.

Katrin hevur, hesi árini hon hevur starvast á býráðsskrivstovuni, havt ábyrgd fyri reingerð í bygninginum á Nólsoyar Pálsgøtu 32, ein uppgáva, sum borgarstjórin segði, at hon hevði loyst til UG.   

Vit takka fyri tíðina og ynskja Katrini blíðan byr framyvir.