Harley
Klaksvík
5,2°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

KÍ vann tryggan 3-0 sigur á EB/Streymi

Oliver Joensen

Tað vóru tey, sum fryktaðu fyri at dysturin ikki fór at vera leiktur á Djúpumýru í dag. Men nógv bleiv lagt fyri at rudda vøllin fyri kava, og tað eydnaðist. Sum sæst á myndunum, so kom eitt groft kavaæl við dystarbyrjan, men ælið var stutt, so væl gekst at leika dystin. Munur var á liðunum og KÍ hevði ikki trupulleikar við at tryggja sær ein tryggan 3-0 sigur á gestunum í dag.