Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Fá atgongumerki eftir til Virus Virus

Jóhann Lützen

Kom og hygg at nýggjum viðkomandi sangleiki, sum kallast “Virus Virus”. Tað eru einir 70 næmingar í 1. til 9. flokki, sum spæla. Leikurin verður sýndur í nýggju miðhøllini á Skúlatrøð.

Seinastu dagarnar hava eini 1200 fólk sæð leikin.

Alt byrjar heima við hús hjá tveimum næmingum í 9. flokki. Føroyskir skúlanæmingar eru troyttir av koronu og at verða undirvístir á netinum. Teir gleða seg at koma aftur í skúla og vera saman við sínum floksfeløgum. Ein tónleikabólkur verður stovnaður. Kærleiki er í luftini. Ungdómsforelskilsi. Floksveitsla…

Virus virus er ein hugvekjandi, men eisini skemtiligur sangleikur, sum spælir við kenslurnar hjá børnum í øllum aldri.

Leikurin koyrir uttan steðg og varar í alt ein góðan tíma. Trýst her og keyp atgongumerki fyri kr. 100,- á atgongumerki.fo.

Almennu sýningarnar, ið eru eftir, verða:

Fríggjadagin 23. apríl kl. 19:00
Leygardagin 24. apríl kl. 19:00
Sunnudagin 25. apríl kl. 19:00