Harleywoodpaint
Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Ein innilig áheitan á býráðslimir embætisfólk í kommununi og á Norðlýsið

Jógvan við Keldu

Klakksvíkar Hermetikk hevur sanniliga eina heilt serliga og áhugaverda vinnulívssøgu

Senastu tíðina hava fyrrverandi ognirnar hjá Klakksvíkar Hermetikk verið havdar á lofti í samband við at ábøtur skulu gerast á bygningarnar.

Fari ikki at blanda meg upp í sjálva viðgerðina av málinum.

Fari bara at heita á okkara býráðslimir og embætisfólk, íð viðgerð málið at sleppa heitinum “bollafabrikkin”. Hetta er “slængudtryk”, sum danir siga, og fevnir avgjørt ikki fullan relevans í hesum føri og tí viðgerð av okkara tilfeingi av sjógvi og landi sum var á virkinum.

Søgan um Klakksvíkar Hermetikk, er ein serstøk og sera áhugaverd søga, sum vísir á framfýsni, nýskapan, íløgutrongd bæði á heimamarknaði og í útflutningi í út við 30 ár og sostatt dyggur partur av vinnulívssøguni.

 

Eitt sera breitt úrval

Bara nøkur fá dømi um framleiðslusløg bæði heil- og hálvkonservis:

–       Fiskabollar

–       Fiskakøka

–       Heil og malin rogn

–       Sild í vínsós o.a.

–       Gaffilbitar o.a.

–       Ansjósir í tomatsós

–       Fuglur í soði og í sós – Lundi, lomvii o.a.

–       Hummarar pilkaðar og heilir

–       Og fleiri onnur sløg

 

Hvat verður gjørt við hendan dýrgrip av vinnulívssøgu okkara, fæst at síggja, men heilt serlig og spennandi er søgan, sum gav meiri  50-60 fólkum arbeiði bæði ungum og eldri  og var sotstatt ein veruligur stuðul undir, at Klaksvík kom betri burturúr vánaligu tíðunum í 1950unum enn flestu onnur støð landinum.

Latið okkum øll fáa innaftur heitið “KLAKSVÍKAR HERMETIKK” – ella bara “HERMETIKKK”  og ikki hatta “forfladiga” orðið “bollafabrikkin”!

Jú, tað vóru og eru framvegis fólk í vinnulivi okkara, sum loystu avbjóðingar heldur enn at steðgað við forðingar!