Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Fekk 12 ára gamlan fløskupost

Oliver Joensen

Á Føroya Sjómannadegi í 2009 var Jonvá úr Fugloy Joensen, sum tá var 7 ára gomul, umborð á einum útróðrarbáti, saman við øðrum. Tey sigldu yvir á Kalsoyarfjørð og kastaðu fløskupostar.

Í dag hevur Jová fingið eitt avrit av sínum fløskuposti frá einum 5. flokki av oynni Vega í Noregi.

Brævið, sum var í fløskuni var nærum ólesiligt. Men navnið og bústaðurin á Eik banka deildini í Klaksvík, var prentað á lepan, tí sendu finnararnir bræv til EIK í Klaksvík.

Føroya Sjómannadagur kundi tí í dag handa Jonvá brævið frá 5. flokki av oynni Vega. Tað var ikki bara eitt bræv, tað vóru nevniliga mong brøv, tí næmingarnir høvdu skrivað hvør sítt og allir sum ein vildu frætta meira frá Jonvá og hvussu hevði gingist henni hesi árini.

Eg haldi at Jonvá var eitt sindur rørd tá eg ringdi og gav henni boðini og eisini tá hon fekk alt handað.

Hon sigur, at eftir at hon hevði lokið barnaskúlan, fór hon á HF og fekk prógv hagani. Í dag eigur hon tvey børn, eina gentu og ein drong, og arbeiðir á Magn støðini her. Men hon hevur ætlanir um at fara at lesa til lærarinnu.

Jonvá hevur lovað at senda bræv til skúlan í Vega og sjálvandi er hon eitt sindur spent upp á sambandið. Eg eigið familju í Noregi, so hvør veit, kanska verður onkuntíð í framtíðini høvi at vitja har, segði Jonvá við einum smíli.