Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Magnus Heinason settur á sølulista

Tíðindaskriv

Havrannsóknarskipið Magnus Heinason er nú formliga lýst til sølu

Magnus Heinason varð nýttur øll árini frá 1981 til í mars mánað í ár sum havrannsóknarskip. Skipið hevur gjørt eina ørgrynnu av kanningum, m.a. trolkanningar, akustiskar kanningar, yngulkanningar, ætikanningar, hydrografiskar kanningar og seismiskar kanningar.

Nú er Magnus Heinason avloystur av nýggja og meira tíðarhóskandi rannsóknarskipinum Jákup Sverra.

Tað er roynda føroyska skipsmeklarafyritøkan Maretec, sum stendur fyri søluni og sæst lýsingin her.