Semir Hadzibulic spældi í kvøld sín síðsta dyst á hægsta stigi, tá hann spældi og skoraði fyri Novi Pazar í bestu deildini í Serbia.
Novi Pazar er barndómsfelagið hjá Semir og har hevur hann spælt nógvar dystir. Hetta kappingarárið hevur hann onkran dyst verið liðskipari, og tað var hann eisini í kvøld. Hann skoraði eisini í kvøldsins dysti móti Napredak fyrsta málið hjá Novi Pazar, sum vann 2-1 og endaði harvið á 12. plássi av 20 liðum í bestu deildini í Serbia, har Reyða Stjørna vann meistaraheitið. Novi Pazar lýsir Semir sum ein av bestu leikarunum í søgu felagsins. Semir fekk sostatt ein góðan enda uppá sína fótbóltsleið. Sí samandrátt frá dystinum frá Novi Pazar niðast í greinini. Har sást, at leikararnir vóru eyka fegnir, tá Semir skoraði í sínum síðsta dysti.
34 ára gamli Semir Hadzibulic spældi við KÍ árini 2016-2019 og var ein av bestu leikarunum í føroyskum fótbólti hesi árini. Hann vann FM í 2019, løgmanssteypið í 2016 og var við til at koma víðari í Evropa League í 2018.


