Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fyrilestur: Hvussu er at liva við gikt?

Tíðindaskriv

Fyrilesturin er ókeypis og verður í nýggju miðhølinum á Skúlatrøð á Skúlavegi 6 frá klokkan 15.00 til 16.00.

Leygardagin 22. mai klokkan 15.00 skipar Giktafelag Føroya, í samstarvi við Klaksvíkar Kommunu, fyri kunnandi fyrilestri, har tað m.a. verður umrøtt, hvussu tað er at liva við gikt, og týdningin av at varpa ljós á giktasjúkur.

 

Skrá:

–        Anna Petersen, forkvinna, bjóðar vælkomin

–        Hanna Jacobsen greiðir frá søguni hjá felagnum

–        Terji Beder greiðir frá hvussu tað er at liva við gikt, og týdninginum av upplýsing um gikt

 

Fyrilesturin er liður í tiltakinum Virkið Vár, sum Klaksvíkar kommuna skipar fyri.

 

Fyrilesturin er ókeypis og verður í nýggju miðhølinum á Skúlatrøð á Skúlavegi 6 frá klokkan 15.00 til 16.00.

 

Øll eru vælkomin.