Í longri tíð hevur verið snakkað um at skipa gøtuna frá Klaksvíksvegi niðan til kirkjuna annarleiðis. Fylgjast tvey her – kanska ein yngri, sum styðjar ein eldri, so er tað torført, tí gøtan gerst ov smøl við tveimum handlistum í miðjuni.
Eisini er torførari at rudda kava burtur við handlistum og rørum í miðjuni eftir gøtuni.
Tí varð heitt á Pomek um at skipa so fyri, at handlistar vórðu gjørdir báðumegin eftir gøtuni. Sama sniðið av handlista er eisini longur uppi við kirkjuna.
Við einum skálkasmíli kanst tú siga, at frá niðaru síðu og niðan til kirkjuna hava verið tveir smalir vegir, men nú verður bert ein breiður vegur til kirkjuna her.
Men snøggari sær út og verður lættari at ferðast hendavegin, eins og halda gøtuna. Næsta stig má so verða, at ein skrái verður gjørdur til vognar og koyristólar við trappurnar.
Flott arbeiði.










