Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Ráðharrabilar – arbeiðsamboð og javnsetari

Ragnar Joensen

Tá ið eg fór á miðnámsskúla á Kambsdali, vóru løgtings- og landsstýrisfólkini úr norðurøkinum ofta við umborð á Ternuni og Dúgvuni. Av og á kundi man fella í prát við teir, og júst hesi prát, har høg og lág møttust kundu vera stuttlig. Tað boðaði eisini frá, at frástøðan millum høg og lág ikki var so stór.

Tað er ásett í Løgtingslóg at Løgmaður hvørt valskeið skal tilnevna eina nevnd sum skal gera tilmæli til løn, eftirløn og samsýningar til løgmann og landsstýrisfólk. Hendan Landsstyrislønarnevnd handaði fyri tíð síðani sítt tilmæli, og her var okkurt nýtt at síggja

Flest øll munnu vera samd um, at okkara útinnandi politiski myndugleiki  sjálvandi skal hava góðar og tryggar arbeiðsumstøður, og eina lønarsamsýning, sum er í samsvar við tað arbeiði og ábyrgd, sum embæti annars krevur. Harafturat skulu tey vanligu arbeiðsamboðini, ið teirra arbeiðið krevur, vera teimum tøk. Hetta er í dag sjálvsagt.  

Viðvíkjandi løn og eftirløn vísti landsstýrislønarnevndin á, at hon metti hesar vera hóskandi, og tí skal ikki væntast, at lønin hjá løgmanni og landsstýrisfólkum hækkar. So kunnu vit hvør í sær meta um hvat signal hetta sendur. 

Eitt tilmæli var tó meira áhugavert. Nevndin mælti í sínum tilmæli til at landsstýrisfólk fáa tøkan ein ráðharrabil. Hví tað? Kann onkur nú hugsa. Og, eru Føroyar ikki ov lítlar til tað?

Hyggja vit til okkara grannalond, so hava Danmark, Noreg, Grønland og Ísland skipanir við ráðharrabilum. Summi við og summi uttan førara. Tað hava vit ikki í Føroyum. Í staðin hava vit eina ferðasamsýningarskipan, har endurgoldið verður pr. kilometur, fyri tunnilsgjøld og annars strandfaraskip. 

Harafturat er møguligt hjá landsstýrisfólkum at flyta til høvuðsstaðarøki í ein bústað, sum, meira ella minni, verður rindaður av landinum. Hetta hevur Løgmaður rætt til, og líknandi skipan kann játtast landsstýrisfólkunum eisini, tó bert har tað ikki er landfast ella um serlig viðurskifti gera seg galdandi. Fyri hvørt landsstýrisfólk verður endurgoldið upp til ávíst krónutal móti kvittan. 

Hendan seinasta skipanin við endurgjaldi fyri bústað er í dag mest sum ótíðarhóskandi, og er ikki brúkt seinastu árini. Tí fara vit helst at síggja at at hendan skipanin við tíðini verður avtikin. Mítt boð er, at hon verður avtikin tá vegasamband er til Suðuroynna. 

Tilmælið um ráðharrabil skal ikki leggjast afturat kostnaðarendurgjaldinum fyri at ferðast, men skal koma í staðin. Um hugt verður at yvirlitinum fyri kostnaðarendurgjøld, so er tað ikki óhugsandi at ein ráðharrabilur kann vera ein snild loysn á einum praktiskum trupuleika. Eisini kann ein ráðharrabilur javnseta landsstýrisfólk, tí sum er fáa landstýrisfólk í miðstaðarøkinum onki kostnaðarendurgjald. 

Tó meti eg at ein slíkur ráðharrabilur kann vera við til at senda eitt sterkt signal til vanliga borgaran, tí tað er ikki heilt líkamikið hvat slag av bili talan verður um. Stórur ella lítil? Dýrur ella bíligur? Diesel ella benzin? Ella hvussu við einum hybrid- ella el-bili? Eitt er vist. Tað er ikki líkamikið hvør loysn tað verður. Frástøðan millum borgara og politikara skal helst ikki vaksa, so hvørt frástøðurnar á vegunum styttast.