Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Bygdin, kvæðini og dansurin

Klaksvíkar Dansifelag

Hugnakvøld við føroyskum dansi á Norðoyarstevnu 4. juni

Fríggjakvøldið á Norðoyarstevnu 4. juni skipar Klaksvíkar Dansifelag fyri hugnakvøldi við føroyskum dansi. Tiltakið verður kl. 21.00 – 1.00 í Skálanum, Bøgøta 11, 700 Klaksvík.  

Hugnakvøldið byrjar við sangløtu og hugleiðingum. Jóanes Johannesen spælir á harmoniku og frásøgufólk verða:  

Ásbjørn Lómaklett, uppvaksin á Syðradali,  

Jóngerð Midjord, uppvaksin í Haraldssundi   

Jónleif Johannesen, uppvaksin í Dali.  

Evnið, hugleitt verður um, er: Bygdin, kvæðini og dansurin.  

Tey trý frásøgufólkini eru øll sera áhugað í kvæðamentan okkara og royndir skiparar.  

 

Kostnaðurin fyri tiltakið er 150 kr, og tilmeldingarfreistin er mikudagin 2. juni kl. 18.00. 

Tilmeldingin fer fram hjá Jónleifi Johannesen, á telefon 742200 ella við at senda teldupost til: jonleif.johannesen@skulin.fo  

 

Við dansikvøðu og vón um eina góða Norðoyarstevnu 2021. 

 

Klaksvíkar dansifelag