Nógvir ymskir og áhugaverdir filmar á skrá í Atlantis um Norðoyastevnuna
Hósdagin 3. juni 2021
Kl. 16.30 – Cruella
Emma Stone er stjørnan í filminum “Cruella”, har vit venda aftur til teir fyrstu uppreistrarsinnaðu dagarnar í lívinum hjá kanska mest illa gitna bølmenninum nakrantíð í søguni hjá Disney, nevniliga víðagitnu Cruella de Vil.
Í filminum hitta vit unga svikaran Estellu miðskeiðis í stóru punk-kollventingini í London í 1970-unum. Filmurin avdúkar eina rúgvu av hendingum, sum spakuliga fáa Estellu til at fevna óndu síðuna í sær sjálvari og vit fylgja kollveltandi broyting hennara frá at vera Estella til at gerast harðmælta, stásiliga og hevinsøka Cruella.
Kelda: Walt Disney
Longd: 2:14
11 ára aldursmark
Kl. 19.00 – Tove
Um allan heimin er Tove Jannson kend fyri fólkakæru Mumitrøllini og gandakenda heim teirra. Í biografisku frásagnini TOVE hitta vit ungu myndlistakvinnuna í Helsinki, har hon í tíðini eftir kríggið stríðist fyri at leysríva seg úr skugganum av kenda pápa sínum.
Hon vil skapa sína egnu list og í listarliga umhvørvinum í býnum hittir hon frælslynta politikaran Atos Wirtanen, sum hon verður forelska í. Jansson verður tó eisini drigin at kvinnuliga sjónleikaframleiðaranum, Vivica Bandler, sum heldur fast í, at Mumitrøllini eru nakað heilt serstakt.
Filmurin TOVE er ein sterk og hjartanemandi søga um at tora at lurta eftir innaru rødduni í sær sjálvum – bæði í list og kærleika.
Longd: 1:55
Sjónleikarar: Shanti Roney, Alma Póysti, Krista Kosonen
11 ára aldursmark
KL. 21.15 – The United States vs. Billie Holiday
Nú kunnu tit gleða tykkum til at síggja vøkru søguna um jazzlegenduna, Billie Holiday eftir Lee Daniels (The Butler). Serliga sangrøddin, útisveimandi klædnastílurin og sterki persónleikin hjá Billie Holiday, hevur kring allan heimin rúnarbundið milliónir av fjepparum.
Fleiri av sangunum í filminum verða framførdir av Golden Globe vinnaranum Andra Day, sum eisini gjørdist tilnevnd ein Oscar fyri frálíka avrikið sum kenda jazzlegendan.
Longd: 2:10
15 ára aldursmark
KL. 23.45 – The Conjuring
Filmurin “The Conjuring: The Devil Made Me Do It” avdúkar eitt av mest løgnu málunum í skjalasavninum hjá Ed og Lorraine Warren.
Fyri fyrstu ferð í søguni hjá USA verður plágan av devulssettum andum brúkt sum verja fyri at hava framt eina ræðandi illgerð.
Hetta er ein søga, sum full av ræðslu og morð, fær tað at renna kalt niður eftir rygginum hjá okkum við higartil so ókendum og devulssettum óndskapi, sum setur ein hvøkk í sjálvt teir mest royndu granskararnar av yvirnátúrligum verum og máttum.
Leikstjóri: Michael Chaves
Sjónleikarar: Patrick Wilson, Vera Farmiga
Í Atlantis – Fríggjadagin 4. juni 2021
KL. 19.00 – Cruella
KL. 21.30 – Tove
Kl. 23.45 – The Conjuring
Í Atlantis – Leygardagin 5. juni 2021
KL. 15.00 – Skál
”Fyri at kenna seg gravskitna hvørja ferð sólin rísir” tekur Dania m.a. til í filminum
Dania er 22 ára gomul og uppvaksin í brøðrasamkomuni á Toftum, ið summi siga vera part av konservativa føroyska bíbliubeltinum. Nú er Dania flutt til Havnar at lesa, og er farin at ganga saman við Trygva Danielsen, aka Silvurdrongur, sum í høvuðsstaðnum er bersøgin yrkjari og rappari.
Hann viðger verðslig viðurskifti sum sex, rúsevni, eksorsismu – og angist. Stutt sagt alt, sum hennara samkoma roynir at verja teirra ungu ímóti. Í heimbygdini syngur Dania í einum kristnum orkestri, har hon sjálv skrivar sangir um Gud. Samstundis er hon hugtikin av Trygva og hansara dirvi at skriva djúp og ektað orð um tað at vera menniskja.
Í eini roynd at finna fótafestið og skilja seg sjálva í nýggja umhvørvinum, fer Dania at skriva tekstir, ið eru merktir av persónligum royndum og upplivingum. Meðan filmurin gongur, koma orðini til hennara. Tekstirnir verða mentir í samrøðum við vegleiðarar og koma at enda út í einum persónligum yrkingasavni.
Har viðger Dania tað dupultlív, sum hon og onnur ung geva seg undir, skulu tey megna lívið í kristnum kørmum, sum tey ikki vilja sleppa, hóast karmarnir eru trongir og at síggja til konservativir. Hesar tilverur, sum draga á bæði, vil hon knýta saman, tí hon kennir seg heima í báðum. Samstundis sum Dania skrivar seg longur inn í savnið, ið fær heitið Skál, fer hon at leita eftir teimum mørkum, sum ung trúgvandi renna seg í.
Er tað synd at drekka? Er tað synd at dansa? Er tað synd at hava kynsligt samband áðrenn hjúnarlag? Er tað synd at hava ein sjeik, sum ikki er kristin? Og hvussu leingi orkar tú at liva millum hesar báðar heimar, ið definera ófrávíkiliga markið millum trúgv og vantrúgv?
Umframt vinkonuna, er serliga omman henni ein góður vegleiðari. Filmurin Skál er ein ‘coming of age’ søga um kærleika millum ung, ið leita eftir sær sjálvum – og sum fremst av øllum hava fyri neyðini at finna hvørt annað og at finna ein máta at megna lívið.
Kl. 17.00 – Skál
Kl. 19.00 – Cruella
Kl. 21.00 – Tove
Kl. 23.45 – The Conjuring
Í Atlantis – Sunnudagin 6. juni 2021
Kl. 15.00 – Skál
Kl. 17.00 – Skál
Kl. 19.00 – Cruella (seinasta sýning)
Kl. 21.00 – Tove
Kl. 23.45 – The Conjuring
Atgongumerki fáast á 456900 ein tíma fyri sýning
Her kanst tú síggja Norðoyastevnuskránna






