Føroyskt lið hevur áður sent eitt lið frá Lettlandi út úr Evropakapping.
2014: Víkingur-Daugava Daugavpils 2-1
2014: Daugava Daugavpils-Víkingur 1-1
Harafturat kann nevnast, at síðstu árini hava Føroyar tvær ferðir havt Lettland í sama bólki og eru endaðar frammanfyri í báðum førum. Liðini hava spælt fýra dystir móti hvørjum øðrum. Føroyar hava vunnið ein, meðan hinir eru endaðir við javnleiki. Eisini er ein venjingardystur leiktur, sum endaði við javnleiki.


