Fípan Fagra við dreingjum misti sigurin í endaspurtinum.
Í dag var jóansøkuróður á Tvøroyri. Í mun til hinar róðrarnar, so var undanvindur.
Kanska mest óvæntaða úrslitið á jóansøku fekk Fípan Fagra við gentum, sum fyri fyrstu ferð í ár vann. Fípan Fagra fekk leiðsluna tíðliga og helt tørn allan vegin móti málinum og vann spennandi kappingina móti Drekanum. Fípan Fagra endaði á fjarðastevnu nr. 2 (4 sekund aftanfyri nr. 1) og á sundalagsstevnu á 3. plássi (9 sekund aftanfyri nr. 1). Sostatt hendi ein stór broyting uppá eina viku.
Hjá 6-mannaførum við monnum svaraði Sundabáturin aftur frá seinast og vann í harðari kapping við Páll Fanga. Hesir hava vunnið aðruhvørja stevnu higartil og lagt er upp til eina spennandi kapping millum báðar bátarnar úr Norðoyggjum.
Mest spennandi róðurin gjørdist dreingjaróðurin. Heykur, sum vann FM í fjør, fekk besta startin, men í miðróðrinum fór Fípan Fagra framum. Í endaspurtinum svaraði Heykur aftur og vann við minst møguliga muninum sum er í kappróðri (5.02.17 og 5.02.18). Hetta er fyrstu ferð í ár, at Fípan Fagra ikki vinnur.
Av øðrum góðum úrslitum kann nevnast, at Sævarmoy við dreingjum í barnaróðri vann bronsu.
Myndir: RSF/Jan Herman




