Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkar Hermetik verður nú dagført

klaksvik.fo

Sáttmáli varð í dag undirskrivaður við Malltek Byggivirkið um dagføring av Klaksvíkar Hermetik, vanliga róp Bollafabrikkin.

Arbeiðið, sum nú fer ígongd, er at skifta tak, klædning, vindeygu og hurðar. Harvið verður bygningurin settur í uppruna stand og snið. Bygningurin, sum er bygdur í fleiri stigum, har elsti parturin varð bygdur í 1930’unum, er á varðveitingarlistanum hjá kommununi. Kostnaðurin fyri arbeiði, sum nú fer ígognd, er líka undir 3 mió. Eftir ætlan skal arbeiði verða liðugt síðst í november.