Í kvøld hevði KÍ sína síðstu venjing í Føroyum áðrenn Evropa Conference League dystin hóskvøldið í Riga í Lettlandi.
Eftir venjingina var máltíð á skránni og síðani bleiv ein koronakanning tikin av hópinum, sum heldur restina av vikuni. Tað merkir, at ikki verður neyðugt við fleiri kanningum áðrenn dystin.
KÍ-hópurin fer úr Føroyum týsmorgunin kl. 09.00.



