Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

VIDEO: Hetta er eitt fantastiskt upplivilsi

Tummas Lervig og Jógvan Skorheim

Símun Kalsø og Dávid Biskupstø Andreasen eru við KÍ-hópinum fyri fyrstuferð í Evropa. Teir báðir eru samdir um, at hetta er eitt fantastiskt upplivilsi, sum best kann samanberast við at dreymar kunnu gerast til veruleika.

Framtíðin hjá KÍ er spennandi, og ungu spælararnir eru sannførdir um at KÍ vinnur í morgin.

Báðir leikararnir hava viðfødd fótbóltsgen, tí meðan Símun er beiggi til Steffan Kalsø og Sørmund Kalsø, sum báðir hava verið hollir spælarar á besta liðnum, so er Dávid beiggi til Jákup Biskupstø Andreasen, sum í dag er liðakipari á KÍ-liðnum. Harafturat er hann eisini sonur til KÍ-legenduna Jan Andreasen, sum í nógv ár var álitið á liðnum.

Beint áðrenn dystin millum Danmark og Ongland í kvøld, fingu vit samrøðu við teir báðar yngstu spælararnar á KÍ-liðnum, sum gleða seg til uppgávuna og møguleikan fyri at vera við KÍ í einari evropiskari kapping.

https://vimeo.com/572251389