Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

VIDEO: Eg havi ringt við at ímynda mær nakað betri starv enn starvið í KÍ

Tummas Lervig og Jógvan Skorheim

Lurta og hygg eftir samrøðuni, ið vit gjørdu við høvuðsvenjaran hjá KÍ í morgun, nú bert fáir tímar eru, til dysturin verður bríklsaður í gongd.

Kl. 17:00 í kvøld spælir KÍ fyrsta dystin móti Riga FS í Riga. Í morgun fingu vit orðið á Mikkjal Thomasen, venjara hjá KÍ, har hann í einum longri filmsbroti greiðir eitt sindur frá um fyrireikingarnar til dystin og vónirnar fyri kvøldið.

Harafturat verður eisini tosað eitt sindur um støðuna í heimligu kappingini, og spurt verður um KÍ ætlar at styrkja seg til seinnu hálvu av kappingarárinum, hóast liðið hevur verið rættiliga sannførandi í fyrru hálvu.

Mikkjal hevur verið venjari í KÍ síðani september í 2014, og hevur nú longt sáttmálan til 2025. Tað er rættiliga óvanligt fyri venjarar í Føroyum at vera so leingi í starvi, og tí spyrja vit eisini hvat orsøkirnar til tað er.

Frá Riga kunnu vit siga, at spælarahópurin er sera spentur upp á uppgávuna, og fram til dystin í kvøld, fer hópurin at slappa meiri av, og hugsavna seg um stóru uppgávuna.

https://vimeo.com/572467607