Hann skal við Klaksvíkingi á ólavsøku, men hjálpti Knørri at vinna norðoyastevnuróðurin, tí ein rógvari var farin í sóttarhald.
Jákup Hansen hevur róð tríggjar tær fyrstu stevnurnar í ár við Klaksvíkingi. Men síðani fór hann til skips og skuldi ikki rógva aftur fyrr enn á ólavsøku. Tað endaði tó við at hann hjálpti 8-mannafarinum Knørri til norðoyastevnuróðurin í gjár, sum vann sín annan og mest sannførandi róður í ár.
– Eg kom í land mikukvøldið. Sum eg skilji tað, so er ein á Knørri farin í sóttarhald týsdagin ella mikudagin. Eg skuldi ikki rógva á norðoyastevnu við Klaksvíkingi, men á ólavsøku. So hevði onkur sagt teimum, at eg var komin í land og kanska kundi rógva við. So spurdu teir, og soleiðis kom tað í lag. Eg kom at sita í bakborð, sum eg geri vanliga. Eg hevði tvær venjingar við áðrenn. Hetta passaði mær nokkso væl til ólavsøkuna, tí eg fái nakrar venjingar og eina stevnu áðrenn ólavsøkuna, ið eg ikki hevði fingið annars.
– Eg bleiv væl móttikin umborð. Tað er eitt sindur øðrvísi at rógva við Knørri enn við Klaksvíkingi. Rógvimátin er ikki heilt tann sami, og so er munur á at rógva við einum 10-mannafari og einum 8-mannafari, segði Jákup Hansen við Norðlýsið eftir róðurin.
Er sjómaður
– Eg tími væl at rógva og hugurin er eins góður sum hann altíð hevur verið ella betri. Tað ger, at man heldur sær ‘’ungan’’. Men mítt starv sum sjómaður ger og hevur altíð tey síðstu árini gjørt, at eg fái ikki róð allar stevnurnar og tað vita teir, um teir biðja meg koma við. Teir mugu tá finna ein annan mann til tær tvær-tríggjar stevnurnar, tá eg ikki eri heima.
– Eg venji nógv á rógvimaskinu umborð og fylgi einum rógviprogrammi. Men tað er ein avbjóðing, tí tað er ikki tað sama at sita á eini maskinu og so umborð á einum kappróðrarbáti, segði Jákup Hansen við Norðlýsið.
Mikudagin skal Jákup Hansen aftur við Klaksvíkingi, sum vinnur FM, um hann ikki fær reytt kort og sum við sigri kann gera slætt borð við at hava vunnið allar stevnurnar sum einasti bátur í føroyskum kappróðri 2021.
Jákup Hansen kann í ár vinna sítt 6. meistaraheitið við Klaksvíkingi.




