Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Vælmannað KÍ-lið spælir ólavsøkulandskappingardyst móti AB í kvøld

Jákup Ósá

Á KÍ-liðnum eru nógvir leikarar, ið vit kenna frá besta liðnum.

KÍ liggur aftast í 1.deild við 12 stigum í summarsteðginum, har munurin upp til 8. pláss er fýra stig. Mótstøðuliðið AB liggur á 5. plássi við 19 stigum. AB hevur styrkt nógv um liðið í summar við m.a. nøkrum útlendskum leikarum og hevur ætlanir um at røkka uppflyting.

Til kvøldsins landskappingardyst er KÍ væl mannað, tí besta liðið spælir ikki í vikuskiftinum. Tað merkir, at allir leikarar, ið ikki byrjaðu inni seinast á besta liðnum, kunnu spæla í 1.deild umframt teir leikararnir, sum eru 21 ár ella yngri. Til kvøldsins dyst hevur KÍ Kristian Joensen, Jesper Brinck, Børga Petersen, Dávid Langgaard, Ivar S. Rønning, Jasper Van Der Heyden og Páll A. Klettskarð á liðnum.

 

Dysturin á Argjum byrjar kl. 17.00 og nú ólavsøka er, so er talan helst eisini um steypadyst.