Hóast fyrri hálvleikur mest minti um ein venjingardyst, so bleiv KÍ-avrikið nakað frægari í seinna hálvleiki, tá KÍ skoraði fleiri mál og at enda vann ein stórsigur.
Talan var um eitt skert lið hjá EB/Streymi, sum manglaði fimm leikarar frá uppstillingini seinast. Hjá KÍ var talan um fyrsta landskappingardyst í longri tíð, og tað sást aftur. KÍ kom á odda við sínum fyrsta álopi, tá Páll A. Klettskarð skoraði. Annars hendi ikki tað stóra í fyrra hálvleiki, har Deni Pavlovic tó var nær við at økja, tá skallari endaði á stongini.
Í seinna hálvleiki bleiv KÍ-avrikið nakað frægari og nøkur góð álop vóru. KÍ fekk trý mál afturat og vann at enda 4-0. EB/Streymur var ongantíð nær við at skora, og tí vann KÍ trygt hóast tað leikliga var langt frá tí, sum KÍ vísti uppá tað besta áðrenn summarsteðgin. Men tað er ikki óvanligt, at fyrstu dystirnir eftir summarsteðgin eru merktir av, at liðini hava havt steðg.
Sunnudagin er toppdystur á skránni í Klaksvík. Tá vitja størstu avbjóðararnir í løtuni, Víkingur, í Klaksvík. Víkingur hevur bara tapt móti KÍ í ár og kann við sigri skapa spenning í oddastríðið. Hinvegin kann KÍ við einum sigri koma heili 10 stig framum Víking.


























































































