Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Danskar divur á Okkara Voxbotn 20/21

Tíðindaskriv

Sanne Salomonsen og Hanne Boel koma at framføra á Okkara Voxbotn 2020/2021. Tær báðar hava hvør í sínum lag verið týðandi partur av tónleikapallinum í kongaríkinum í áratíggju, og fara tær saman við The Antonelli Orchestra at framføra eina sanna hittparadu í Vágsbotni. Tær báðar divurnar fara at borðreiða við øllum teirra hittum á okkara Voxbotn.

Sanne Salomonsen fekk sítt stóra tónlistarliga gjøgnumbrot, tá hon í 1980 fór at spæla í bólkinum Sneakers. Bólkurin fekk vind í seglini, og Sanne menti ein rokkutan sanghátt, sum danir tóku til sín. Hennara kraftmikla og ráa rødd gjørdi hana kenda sum “Rock Mama”. Sanne spældi eisini við Anne Linnet Band, umframt at hon hevði eina solovirkisleið. Hon hevur havt eitt ótal av hittum, so sum “Jeg’ i live”, “Kærligheden kalder”, “Den jeg elsker, elsker jeg”, “Hvis du forstod” og mong, mong onnur, og hon hevur vunnið eitt ótal av heiðurslønum. Sanne fer at framføra á Okkara Voxbotn fríggjadagin 20. august.

 

Hanne Boel telist millum best umtóktu kvinnuligu sangarar í Danmark. Hon hevur latið úr hondum eina rúgvu av útgávum, sum bæði hava vunnið heiðurslønir, og sum hava gjørt Hanne Boel til eina av mest seljandi kvinnuligu sangarum í Danmark.

Í 1991 fekk hon 5 Grammy-prísir fyri útgávuna “Dark Passion”, har m.a. løgini “I Wanna Make Love To You”, “Light In Your Heart” og “If You Want My Body” gjørdust tey heilt stóru hittini. Føroyski framleiðarin Óli Poulsen hevði ein stóran leiklut í útgávuni.

Í 1992 kom útgávan ”Kinda Soul” út, og á henni finna vit lagið “Don’t Know Much About Love”, sum nokk er hennara størsta hitt higartil. Hanne Boel fer at framføra á Okkara Voxbotn leygardagin 21. august.

 

Hanne og Sanne fara at framføra teirra hitt saman við The Antonelli Orchestra, sum vit kenna úr donskum sjónvarpssendingum sum “Vild med dans” og “Toppen af poppen”. Frammanundan er longu greitt, at Robin Schulz, John Martin & Michel Zitron og Aura Dione fara at framføra á konsertdøgunum.

 

Ger skjótt av

Atgongumerkini ganga sum heitt breyð, so tað ræður um at gera skjótt av, um tú skal uppliva báðar divurnar á Okkara Voxbotn 2020/2021.


Fá atgongumerki eru eftir til fríggjadagin 20. august og kunnu keypast á ebillett.fo.

Atgongumerki til leygardagin 21. august kunnu keypast á ebillett.fo, í Effo handlunum kring landið, í Power í SMS og á Kunningarstovuni í Havn. Forsøluprísur er einans kr. 650,-