Raksturin og drápið var ógvuliga væl skipað og grindaformenninir gingu í ávísum frámerktum vestum, eins og alt økið, har grindin varð hildin til, var frágirt. Tí vóru bert fólk, sum høvdu við drápið at gera, inni har, og tey vistu sanniliga, hvat tey høvdu við at gera.
Enntá vóru onkrir av monnunum í vátdrakt, so svumu langt út fyri at fáa hendur á nøkrum fáum hvalum, sum gingu eftir. Tað gekk sum eftir ánni.
At kalla í somu løtu, sum grindin var dripin, var hon við bátum tikin yvir á vestaru kai, niðanfyri LookNorth.
Í morgun kl. 6 komu so seðlarnir út, har bæði Karl H. Johansen, fyrrverandi sýslumaður og Jens Jensen, sýðslumaður, lutaðu seðlarnar út.
Tað gekk skjótt og væl at skera upp, og var tað deiliga rúmligt millum hvalirnar, so eingin neyð var við at koma hinum monnunum, sum skóru upp, ov nær. Heldur ikki tá ið hvalurin skuldi vendast.
Løtu seinni vórðu eisini rovini beind burtur. Sigast má, at her hevur alt gingið hond í hond.
So nú verður spennandi at smakka á teir góðu bitarnar.



















