Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ-AB spæla týdningarmiklan dyst í Klaksvík týskvøldið

Jákup Ósá

Týskvøldið verður dystur í næstbestu deildini í Klaksvík.

KÍ fær vitjan av AB og er talan um dyst millum tvey av bestu liðunum eftir summarsteðgin. Men bæði skulu hava góð úrslit framyvir fyri at røkka sinum málum, tí KÍ liggur aftast í deildini, meðan AB liggur á 5. plássi og aftanfyri niðurflyting. Vinnarin av dystinum fer tó longur upp á stigatalvuni. KÍ fer uppá 7. pláss við sigri og AB uppá 4. pláss.

KÍ hevur havt góða manning síðstu dystirnar, men nú dysturin liggur dagin fyri toppdystin HB-KÍ, so kann hugsast, at leikarar antin ikki spæla ella spæla færri minuttir enn annars.

 

Dysturin týskvøldið byrjar kl. 20.00.