Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Málningur av Fischer Heinesen avdúkaður

Sjónám

Fríggjadagin 3. september hevði Fischer Heinesen, stovnari skiparaskúlans í Klaksvík og hervið Sjónáms, fylt 120 ár

Í hesum sambandi verður ein málning avdúkaður á Sjónámi, latin av Klaksvíkar Kommunu, sum Livar Nysted hevur málað.

Ádrenn Karl Johansen borgarstjóri avdúkingar málningin fer Fischer Johannesen at greiða frá um lívið hjá abbanum.

Okkurt leskiligt verður omaná og Pætur við Keldu spælir góðan tónleik afturvið og listamaðurin verður eisini til staðar.

Tiltakið byrjar kl.11 og øll eru hjartaliga vælkomin.