Norski miðilin Fiskeribladet ger í dag nakað burtur úr, at føroyski fiskiskapurin eftir toski og hýsu í gjár bleiv góðkendur av MSC sum burðardyggur. Um somu tíð missir norski fiskiskapurin eftir toski og hýsu á landleiðini sína MSC góðkenning.
Í gjár kundi Norðlýsið bera góðu tíðindini um, at føroyski fiskiskapurin eftir toski og hýsu undir Føroyum nú er góðkendur sum burðardyggur av MSC. Hesi tíðindi eru eisini komin til Noregs, har norski miðilin Fiskeribladet í dag ger burtur úr hesum. Fiskeribladet veit eisini at siga, at stórir partar av norska fiskiskapinum missir sína umhvørvisgóðkenning frá MSC um sama mundi.
Í Føroyum er tað felagið FISF (Faroe Islands Sustainable Fisheries) við Duritu í Grótinum sum stjóra, ið hevur staðið fyri tilgongdini við at fáa føroyska fiskiskapin eftir toski og hýsu góðkendan sum burðardyggan.
Toskur og hýsa góðkend av MSC
Nýggja góðkenningin er ein víðkan av verandi MSC góðkenning av fiskiskapinum eftir longu og brosmu undir Føroyum. At føroysku fiskivinnumyndugleikarnir í 2020 valdu at seta í verk skipan við eini umsitingarætlan fyri áseting av fiskidagatalinum, har lurtað verður eftir tilmælunum frá fiskifrøðini, er avgerandi fyri, at MSC nú hevur góðkent føroysku fiskiveiðuna eftir toski og hýsu sum burðardygga. Tað sæst í frágreiðing, sum altjóða fiskiveiðuserfrøðingarnir hjá MSC hava greitt úr hondum.
Talan um treytaða góðkenning, har avgerðandi treytin frá MSC snýr seg um at fáa altjóða serfrøðingar at eftirmeta útrokningargrundarlagið fyri stovnsmetingunum. Um eftirmetingin vísir á tørv á ábøtum, má ætlanin endurskoðast fyri at røkka málunum hjá MSC fyri burðardygga veiðu eftir hýsu og toski. Sambært føroysku fiskivinnuni verður støðugt arbeitt við at møta hesum kravið, soleiðis at góðkenningin verður treytaleys.
Norski fiskiskapurin missir góðkenning
Fyrr í ár boðaði MSC frá, at norski fiskiskapurin eftir toski og hýsu innanfyri 12 fjórðingsmarkið frá í summar. Norski miðilin staðfestir, at norska fiskivinnan higartil ikki hevur merkt so nógv til, at fiskiskapurin hevur mist sína góðkenning. Norskir vinnulívstoppar eru tó ikki á einum máli um, hvørt mista góðkenningin fer at fáa avleiðingar fyri prís og sølumøguleikar. Soleiðis sum gongdin hevur verið, tykist tað ikki realistiskt, at norski fiskiskapurin fær sína góðkenning aftur í bræði.
Sostatt kann ein roknað við, at føroyska fiskivinnan kann gagnnýta fyrimunin við eini góðkenning frá MSC á heimsmarknaðinum komandi vetur. Tað er eyðsæð gott fyri bæði føroyskan útflutning og Føroyar sum heild. Sambært góðkenningini frá MSC er allur toskur og hýsa veidd eftir 9. juni 2021 nú altjóða góðkendur sum burðardygt veiddur fiskur.



