Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Anna skaraði framúr

Jóhann Lützen

Í sínum fyrsta landsdysti fyri Føroyar gjørdi Anna Arnholdsdóttir úr Mjølnir tað sera gott og hon var eyðsýnd

Hon var toppskorari við 12 stigum – 5 í álopinum og 7 essir! Harumframt var hon besti kantur við 5 av 7.

Á myndini sæst hon smekkað fyrsta bóltin hjá Føroyum í gólvið móti Malta. 

Anna hevur ment seg nógv undir leiðslu av Alinu Adamenya, sum hevur verið venjari hjá Mjølnir kvinnunum seinastu tvey árini. Tað var sjónligt ígjár. 

Føroyar vunnu sannførandi 3-0: 25-8, 25-7 og 25-7

Føryar spæla móti Gibraltar í kvøld kl. 18.00 og dysturin kann stroymast her.