Sunnukvøldið klokkan 18 verður sera forkunnigt tiltak í Christianskirkjuni! Norðurkoreanin Timothy Cho greiðir frá søgu síni og korunum hjá teimum kristnu í heimsins mest afturlatna landi.
Foreldrini hjá Cho máttu flýggja, tá hann var smádrongur, og hann endaði úti á gøtuni. Cho hevur sitið 4 ferðir í fongsli og er tvær ferðir flýddur úr Norðurkorea. Hann býr nú í London.
Cho tosar enskt, men týtt verður til føroyskt. Familjan Mýri syngur tveir sangir, og Rói Norðoy greiðir stutt frá arbeiðnum hjá felagsskapinum Open Doors, ið skipar fyri vitjanini.
Øll eru hjartaliga vælkomin!




