Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Myndarøð: KÍ tók stórt fet móti meistaraheitinum

Jákup Ósá – Myndir: Oliver Joensen

KÍ vann og kappingarneytarnir snávaðu.

Í dag leiktu KÍ kvinnurnar ímóti HB á Djúpumýru. Dysturin endaði við einum 2-0 sigri til KÍ. Í dag skoraðu Maria Biskopstø fyrra málið, og Jansý Mohr tað seinna.

Dagsins umfar kann blíva avgerandi í meistarastríðnum. Tí báðir avbjóðararnir hjá KÍ snávaðu. EB/Streymur/Skála spældi javnleik móti B36 og NSÍ tapti móti Víkingi. KÍ spælir komandi umfar, ið er 25. september á útivølli móti EB/Streymur/Skála og tá má EB/Streymur/Skála vinna, tí eftir hendan dystin hevur KÍ bara dystir eftir móti teimum trimum aftastu liðunum í deildini.