Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Javndøgurstormur

Hanus Kjølbro

Gamalt er, at fyrstu stormarnir á heysti eru um javndøgur.

Í ár er heystjavndøgur mikudagin 22. september – dagur og nátt eru líka lang.

Sólin at standa beint yvir Miðkringin klokkan 20:20 mikukøldið.

Tað fer at vera eitt sindur av vindi seinnapartin í dag (mánadag) og seinnapartin í morgin. Seinnapartin í dag fer vindferðin upp ímóti skriði – t.e. 15 til 18 m/s; í morgin eitt sindur meira vindur, upp ímóti stormi, 20 til 23 m/s.

Vindur kemur av tveimum lágtrýstum, sum ferðast í ein landnyrðing yvir Ísland. Her í Føroyum fara vit tí at merkja ættirnar ímillum útsynning-vestan og útsynning-sunnan hesar báðar dagar saman við regni í morgun og morginári – men vit skulu rokna við ælaveðri báðar dagarnar eisini.

Eftir hesi bæði lágtrýstini kunnu vit vænta nakrar dagar við hampuligum veðri – t.e. nógv minni vindi og regni ella ælaveðri.

Næsta lágtrýst við meira vindi kann væntast í vikuskiftinum.