Í kvøld var kvinnulandsdystur á søguliga Hampden Park í Glasgow.
Skotland vann sum væntað stórsigur, men Føroyar skoraðu eitt mál. Tað kom tíðliga í seinna hálvleiki, tá liðskiparin Ásla Johannesen legði hornaspark innfyri, har Maria Biskopstø stýrdi bóltinum í málið.
19 ára gamla Maria Biskopstø spælir sítt fyrsta ár í bestu deildini fyri KÍ og hetta var hennara annar landsdystur. Skotland vann dystin 7-1.



