Klárar Team Klaksvík at fáa stig triðja útidystin á rað?
Skráin í bestu deildini í hondbólti gav Team Klaksvík eina trupla byrjan. Tríggir útidystir móti trimum av liðunum, sum væntast at koma í endaspælið (topp 4). Men hetta gevur eisini møguleikan til at fáa nøkur framúr úrslit, um tað eydnast at fáa stig og tað hevur tað gjørt hjá Team Klaksvík teir báðar fyrsti dystirnar. Team Klaksvík vann á útivølli móti Neistanum og spældi javnleik á útivølli móti KÍF í einum dysti sum Team Klaksvík ‘’burdi’’ vunnið.
Nú leygarkvøldið vitjar Team Klaksvík í Hoyvík. H71 hevur bara spælt ein dyst, sum H71 vann móti Kyndli. Tó er neyvan nakar ivi um, at H71 er greiður favorittur á heimavølli hendan dystin. So fáa vit at síggja, um Team Klaksvík kann fáa eitt óvæntað úrslit afturat á útivølli hesi fyrstu umførini.
Dysturin í Hoyvík leygarkvøldið byrjar kl. 19.00.



