So bersøgin er James Bond í rullitekstinum á No time to die, sum ongan enda mundi fingið.
Seinnapartin var undansýning í Havnar Bio fyri teimum, sum hava hjálpt til, tá ið upptøkur vórðu gjørdar í Kallsoynni í 2019.
Filmurin er drúgvur – heilar tveir tímar og 50 min. Men tað loysti seg at bíða, tí Kalsoyggin, Trøllanes, Kallurin og Kallsvík fingu ein ikki so lítlan leiklut í hesum stórbara filmi.
Hr. James Bond fekk eisini ikki so lítlan leiklut í endanum á filminum á Kalsoynni, sum tú sjálvur mást síggja!
Klaksvíkar kommuna fær tøkk og Filmsfelagið saman við fleiri øðrum eisini.
Fólk vóru spent at síggja rullutekstin, har, sum sagt, bóndin á Trøllanesi, Jóhannus Kallsgarð fekk serligt heiti í rullitekstinum eftir James Bond-filmin – ikki minni enn, The King of Kalsoy!
Eingin ivi um, at dugur ferðavinnan at gagnnýta filmin, kann nógv dryppa á deknin – og á bóndan eisini.




















