Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Tá handalag og hugskot møtast

Gunvør Reyðberg

Fyrst í 90-unum kveiktist hugurin hjá mær at binda. Eg komi frá einari familju, ið altíð hevur havt áhuga fyri binding. Mamma og hennara familja hava altíð bundið nógv og lagt stóran dent á, at tað skal verða gjørt ordiligt, so ein kann vera stolt av handverkinum. Sum til dømis um ein bindur skeivt, so rættar man feilin, tí annars blívur ein sjáldan nøgdur við plaggið ein bindur ella lærir av feilinum, man ger. Hetta er eisini ein liður í at mennast í bindingini, bæði tá tað kemur til teknikk og handalag.

Bindingin byrjaði av álvara, tá eg og ein vinkona sum smágentur fingu eitt lítið fitt kuffert frá ommu hennara. Og í vakra kuffertinum lógu stokkar, tógv og ein lítil fitt uppskrift upp á ein dukkusoviposa. Eg og vinkan vóru sera spentar og fóru beint í sving, og sigast má, stokkarnir blivu aldrin lagdir aftur, og áhugin at skapa bara veksur, og finni eg frið 

Sum barn var tað ikki ítrótturin, ið dró meg, men tað kreativa. Eg kundi sita leingi og gera ymiskt kreativt og droyma um at blíva ein víðagitin designari. Men eg fór ikki júst tann kreativa vegin, men ein annan kreativan blómuveg.

Í mínum handaliga yrki sum blómubindari blívi eg oftani inspirerað av litum, formi, skapi og útrykkinum. Og eg fái flætta alt saman, tá tað kemur til blómubinding, binding, hekling, brodering og seyming. Eg kann blíva inspirerað av einum litspæli, sum eitt blómutyssi er sett saman uppá, og tað kann eg brúka til at skapa eitt plagg. Eisini fái eg brúkt tað umvent, tí onkrar brúðarbukettir, eg havi gjørt, hava verið bundnar og heklaðar.

Tá hugskot koma til mín, eri eg skjót at skriva ella tekna tað niður, so eg ikki gloymi tað aftur. Men tað kemur meira enn so fyri, at eg ikki skilji tað, eg sjálv havi bronglað niður á pappírið, men so fái eg bara sett tað saman upp á ein annan máta. Oftani blívur tað, eg havi teknað ella skrivað niður, broytt so hvørt sum plaggið blívur bundið. Eg eigi altíð ymiskt tógv inni, so eg altíð kann leypa í gongd við tað, eg hugsi um.

Tá eg skal byrja upp á eitt nýtt hugskot, tekni eg tað niður fyrst, finni tógv sum passar til hugskotið og bindi ein prøva, fyri at finna útav, um tað riggar. Men fyri at bindiprøvarnir ikki skulu farast fyri onki, bindi eg sum oftast ein kýsa, eitt dukkuteppi, eina sloyfu ella okkurt líknandi, so prøvin kemur til nyttu :).

Tann kreativa bindiverðin er ikki altíð so løtt at ferðast í. Og haldi eg, at binding og bindihandverkið ikki hevur fingið nóg nógva viðurkenning innan fyri ta listarligu verðina. Men hetta er tíbetur sera nógv broytt seinnu árini – bæði úti í heimi og her heima. Og her má eg geva tveimum kvinnum, Guðrun og Guðrun eitt herðaklapp fyri teirra áhaldni, at fáa binding viðurkent listarliga og peningaliga.

Annars haldi eg, at tað er fantastiskt, hvussu væl føroyingar duga at binda og skapa. Og tað er nakað, vit føroyingar skulu verða stoltir av og halda fast um, og serliga tá tað kemur til okkara gamla handverk. At vit hava fingið ein Bindifestival í Føroyum er ótrúliga flott, gott og inspireradi, bæði fyri okkum føroyingar og allar útlendingarnar, ið koma til okkara vakra land.

Við hesum orðum fari eg at ynskja øllum ein góðan Bindifestival, og lat okkum inspirera hvønn annan 

Vinarliga 

@byreydberg

tann bindandi blómudekoratørurin