Jørn Braüner frá »Præsten og Psykologen« hevur síðst í oktober fyrilestur í Klaksvík
Tá ið lívið bjóðar okkum av, mugu vit hugsa um okkum sjálvi, tí tað er ikki vist, at nakar annar ger tað.
Tað sigur Jørn Braüner frá »Præsten og Psykologen«, sum nú kemur til Føroya at halda fyrilestrar. Countrysangarin Hallur Joensen luttekur við framførslu á øllum tiltøkunum.
– Tað hendir so nógv í okkara lívi og í heiminum í dag, og tað kann leggja trýst á okkum á ymiskan hátt. Nógv fólk verða strongd, stúrin og órólig. Tí mugu vit hugsa um, hvussu lívið ávirkar okkum, sigur Jørn Braüner.
Jørn Braüner er bachelor í teologi. Hann hevur eisini tikið styttri útbúgvingar innan familjuráðgeving og terapi. Síðani 2013 hevur hann saman við Karin Braüner havt »Præsten og Pyskologen«, og tey hava skrivað bøkur, hildið fyrilestrar og ráðgivið fólki og felagsskapum.
Nýggja bókin hjá »Præsten og Psykologen« eitur »Pas på dig selv – det er ikke sikkert, at andre gør det« kom út fyri kortum, og tað er við grundarlagi í hesari bók, at Jørn Braüner kemur til Føroya at halda fyrilestrar. Hallur Joensen og hansara tónleikarar seta dám á kvøldið við nøkrum sangum.
Týskvøldð 26. oktober kl. 19:00 verður tiltak á Skúlatrøð í Klaksvík. Atgongumerki fáast á heimasíðuni atgongumerki.fo



