Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Bob heldur ikki fram í KÍ í 2022

Jákup Ósá

Álopsleikarin sigur, at hann spælir ikki í Føroyum í 2022.

Tað hevur ljóðað síðani í summar, tá áhugi var uttanlands fyri KÍ-álopsleikaranum, Bob Sumareh, at hann helt ikki fram í Føroyum í 2022. Hann váttar nú fyri Norðlýsinum, at hann ikki heldur fram í Føroyum. Tískil skuldi hann eftir ætlan spælt sín síðsta heimadyst fyri KÍ sunnudagin, men tað er óvist, tí ein afturvendandi skaði ger, at hann er ivasamur til dystin eins og møguliga síðsya landskappingardystin móti Víkingi 30. oktober, sum er á útivølli.

Bob Sumareh hevur roynst KÍ væl í ár. Hann hevur sambært FaroeSoccer skorað 14 mál í 1146 minuttum, harav seks mál í topp 5 dystum.