Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

­­Hetta eru okkara hetjur

Oliver Joensen

Jóannes Hansen bar fram hesi orð við minnisvarðan á Syðradali allahalgannadag í 2021

Tað var áhugavert, grípandi og læruríkt í síðstu viku at hoyra um at ferðast úr Klaksvík og í útoyggjarnar í fínu samferðslusendingini hjá Gunnari Nolsøe.

                Martin hjá Pól hjá Akseli dugdi so væl at lýsa umstøðurnar at ferðast út til Svínoyar og Fugloyar við Másanum og við Barsskor heim til Kunoyar og yvir higar í Kalsoy. Og sera góða og livandi frágreiðingin hjá Gertrud, bóndakonuni í Innistovu norðuri á Nesi, um túrin í 1966, tá ið tað var um reppið, at tað endaði heilt galið við Barsskor og lítlabáti fyri lendingini í Mikladali vísir, hvussu ofta tað hevur verið nær við, og at tað var eitt bragd, at hon sjálv kom úr bátinum og aftur á dekkið, og at hon eisini bjargaði hinum, sum vóru í bátinum.

                Tað eru tey, sum hava livað við sjónum og havinum sum næsta granna, ið hava lært at bera seg at, og sum hava lært, hvat er týdningarmikið at hugsa um í einari knappari vend.

                Havið og sjógvurin hevur altíð verið stóri viðspælarin hjá okkum føroyingum. Her í Norðoyggjum var mest sum øll ferðsla í báti, inntil fyri smáum 60 árum síðani. Tað bar til at fara um fjøllini, har tað er landfast, men tað var ofta lættari at fara við báti, og eitt nú var ferðin ómakaleysari úr Klaksvík og yvir higar, enn hon var úr Klaksvík og um fjallið til Árnafjarðar og longur norður.

                Føroyingar hava altíð ferðast í báti. Eitt nú til handils og eftir lækna og jarðamóður. Og skjútsferðir við og eftir presti og við sýslumanni og aðrari øvrigheit. Og bátur hevur verið brúktur um heystarnar í sambandi við fjallið og um sumrarnar nógva staðni, tá ið torvið skuldi fáast til høldar. Og so vóru tað grindaferðirnar og fyrst og fremst útróðurin.

                Fyri tveimum árum síðani – 15. oktober í 2019 – vóru vit í London, tá ið telefonin ringdi. Tað var Heini hjá Marknagil, sum ringdi og spurdi, um eg kundi vera tøkur at siga nøkur orð á Syðradali allahalgannadag, um Markus í Nornastovu ikki var komin heim úr Barentshavinum. Eg játtaði, men so vísti tað seg, at Markus var heima og helt talu á hesum staði.

                So ringdi Heini aftur og spurdi, um vit ikki bara skuldu avtala, at talan varð úrsett í tvey ár. Eg svaraði, at vit kundu hoyrast, tá ið tíðin nærkaðist, og um vit høvdu lív og heilsuna.

                Tá ið hann ringdi henda dagin fyri tveimum árum síðani, stóðu vit bæði saman við tveimum barnabørnum frammanfyri minnisvarða yvir Sir Winston Churchill mitt í London. Tað er tiltikið, hvussu væl hann dugdi at taka til:

                “I would say to the House, as I said to those who have joined this government: ‘I have nothing to offer but blood, toil, tears and sweat’.”

                Og henda dagin í London lósu vit, at “never was so much owed by so many to so few”, ella ongantíð hava so nógv havt so fáum so nógv at takka fyri.

Hann sipaði til óræddu flogskipararnar á bretsku bumbuflogførunum. Tá ið kríggið var liðugt, segði hann eisini, at bretar fóru ongantíð at gloyma tað, sum føroyingar útintu, tá ið teir undir krígnum sigldu vandasjógv við útróðarfiski, trolarafiski undan Íslandi og við fiski, sum teir keyptu í Íslandi og seldu í Bretlandi, so tað eisini undir krígnum bar til hjá teimum at eta fish and chips. Og so vóru tað teir, sum í sigling burturi í verðini fórust við handilsskipum. Summi vóru donsku, onnur amerikonsk og eisini aðrastaðni frá.

 

Prísurin var høgur

Sammett við kørgu tríatiárini vunnu føroyingar stórar upphæddir undir krígnum, men prísurin var øgiliga høgur. Tað fórust heilt nógvir føroyingar av krígsávum á sjónum, og tað vóru nógvar einkjur og faðirloysingar runt landið. Eg havi sæð tøl, sum eru 100 og nakað nógv og eisini 213. Tað sigur, hvussu víða vanlukkan rakti, men tað ber ikki til at gera sorg, sakn og trega upp í tølum. Tað varð lítið tosað um tað, og tað var eingin sorgarviðgerð. Tað var neyðugt at liva og virka við hjálp frá Gudi og samhaldsfasta bygdasamfelagnum, men sorgin, saknurin og smeiturin hvarv ikki. Seinni hava vit hoyrt og lisið nógvar søgur um hetta, og vit kunnu taka saman um, sum tað stendur í Sálminum, at HARRIN heldur faðirleysum og einkjum uppi.

                Tá var tað, at føroyingar fóru at reisa minnisvarðar yvir sjólætnar. Tað var so upplagt, so tey, ið sótu eftir við sorgini og sakninum kundu hava eitt stað at leita til, har navnið á tí farna stóð skrivað. Ígjøgnum tíðirnar eru nógvir føroyingar farnir á sjónum – á útróðri og til skipsfiskiskap og í handilssigling – og tí eru nógvir minnisvarðar kring landið. Eisini her á Syðradali, her eldsálir gingu undan og syrgdu fyri, at minnisvarðin varð vígdur fyri 21 árum síðani, og sum síðani hava syrgt fyri minningarhaldi á hvørjum ári.

                Sjógvurin og havið hava givið, og prísurin hevur mangan verið høgur. Her í Norðoyggjum ber til at lesa nágreiniliga um, hvussu tað gekk fyri seg. Tað hevur J. Símun Hansen, mín gamli lærari, syrgt fyri, og síðani er so nógv annað eisini skrivað.

 

Fótbóltsferðin endaði í sorg

Leygardagin fegnaðust klaksvíkingar og norðoyingar um, at KÍ aftur er føroyameistari. Tá hugsaði eg aftur á 1942. Hetta árið var fyrsta landskappingin í fótbólti, og KÍ vann á ólavsøku finaluna. Lagið var gott, tá ið teir í góðveðrinum stimaðu norður aftur við Leynafossi. Tá ið teir komu norður fyri Eystnes møttu teir klaksvíksbáti, sum kom teimum upp á prei. Teir roknaðu við fagnaði og lukkuynskjum, men teir varnaðust beinanvegin, at  prejið var álvarsamari enn so. Teir á Leynafossi fingu at vita, at Jóannes í Útistovu í Vági, pápi Petur Vágsgarð, sum flestu okkara munnu minnast, og pápabeiggi Kristian í Vági, sum spældi við KÍ og var í ferðalagnum hetta kvøldið, var deyður umborð á Gardar hjá Kjølbro, tá báturin var álopin av bumbuflogfari dagin fyri úti á Fugloyarbanka. Óneyðugt er at siga, at hetta varð skelkur fyri øll umborð á Leynafossi hetta ólavsøkukvøld, og gleðin vendist til sorg.

                Tá var ikki samskift so nógv og skjótt sum nú. Tað vóru ikki møguleikar fyri tí. Telefonsambandið var vánaligt, og klaksvíkingar til fótbólt á ólavsøku høvdu neyvan hoyrt um vanlukkuna dagin fyri, og fólk flest í Klaksvík høvdu kanska als ikki fingið kunnleika um KÍ sigurin í Havn.

 

Skyldmaður sum fór

Eg eigi ættarbond her í oynni. Ein langabbi mín, Simon Just Jacobsen, var ættaður av Brekku á Húsum. Hann var læraralærdur og flutti til Svínoyar, har hann fyrst røkti úthandilin hjá teimum á Stongunum og seinni eisini var lærari.

                Abbi hansara var Símun Júst Danielsen, sum í 1864 bygdi á Niðaru Brekku. Elsta dótturin, Anna Maria, giftist inn við Hans Jacob Jacobsen, sum var úr Lon í Fuglafirði, og langabbi var sonur teirra. Abbi langabba, hesin Símun Júst Danielsen, druknaði í púra meiningsleysari hending, um tað ber til at siga, at onkur vanlukka er meiningsleysari enn aðrar. Hetta var 2. august í 1878. Símun Hansen sigur, at Símun Júst saman við øðrum húsamonnum skuldi draga ein bát upp á land, tá ið trý ófør óløgi tóku seg upp tætt inni við land og skolaðu alt burtur á helluni var, bæði fólk og bátar. Tá ið avtornaði, var báturin soraður og tveir mans burtur. Annan teirra, Óla Johannesen, sum var giftur inn á Brekku, funnu teir beinanvegin. Men Símun Júst funnu teir ikki fyrr enn tveir dagar eftir út fyri lendingini. Hann var 63 ár.

                Fyrst á vestfallinum – serliga tá hann stendur høgt – gerst ofta brim við lendingina á Húsum – og norð við landinum, sjóvarfalsbrim, er mær fortalt.

 

Vanlukkur í Kalsoy

Nøkur av mest óunniligu minnunum frá barnaárunum eru, tá ið skipsvanlukkur og bátsvanlukkur raktu, og menn fórust á sjónum. Í Havið og vit lósu vit um bátsvanlukkur í Mikladali og um Blankaskálabátin í 1803, tá ið blankaskálamenn við 6-mannafari í torranum fóru út á Skallarnar og í harðasta andróðri í ódnarveðri av lágætt vunnu upp land á Viðareiði eftir at hava baksast í 27 tímar. Tveir vóru so illa komnir, at teir doyðu á Viðareiði og vórðu grivnir har, og hinir komu aftur til Blankaskála. Og vit lósu um 12. januar í 1855, tá ið eitt stak óløgi kom her á Syðradali, nettupp meðan teir tóku bátin, soraði hann sundur, sleit línuna og tók alt aftur til sjós við útsúgini. Ein av bátsskipanini, tann 39 ára gamli Jógvan Joensen úr Miðstovuni, varð tikin út við og druknaði, meðan hinir komu sær upp á turt.

Og so var tað hetta kvøldið í 1963. Í síðstu viku sipaði Gertrud, sum jú er ættað higani, til hesa vanlukku, tá ið teir tríggir í Hoygarðinum Henry Danielsen og farbróður hansara Daniel Danielsen og sonur hansara Jóan Símun Danielsen fórust í Djúpinum. Hetta vóru pápi og beiggi Gertrud og systkinabarn hennara.

                Tá var eg átta ára gamal, og tað stendur neglt í hugan, at vit sótu og fylgdu við í Tórshavnar radio og á fiskabylgjuni, tá ið Pride samskifti við verjuskipið Vædderen, og leitingin varð skipað, og Dia, sum var við Nevinum Reyða tosaði við Sylvan, sum driftaði Søkjanum úr Leirvík, sum var á sild og segði honum, at teir høvdu funnið tveir kýkar undir Keldunum her vestanfyri.

                Tá holvdi sorgin og saknurin yvir hesa lítlu bygd, og vit høvdu øll samkenslu og syrgdu saman við syðradalsfólki, sum henda 23. september í 1963 mistu so nógv.

Eftir at eg fyri skjótt 45 árum síðani oftari fór at vitja úti á Toftir, har vit hava búð síðani 1987, legði eg til merkis, at meiri enn ein har í bygdini varð nevndur Jóan Símun. Teir eru uppkallaðir eftir Jóan Símun, sum henda feigdardagin fyri skjótt 60 árum síðani gekk burtur saman við tveimum øðrum syðradalsmonnum. Ein av teimum, sum er uppkallaður eftir honum, er Jóan Símun Edmundsson, ið vit kenna sum óføran fótbóltsspælara í Belgia og á landsliðnum.

 

Vietnam memorial

Um mánaðarskiftið januar/februar 2001 ella fyri meiri enn 20 árum síðani, stóð eg ein dagin við Vietnam memorial, sum er tætt við Constitution Gardens í Washington D.C.  Tætt við Lincoln memorial og Korea memorial. Hetta er minnisstaður yvir teir 58.220 amerikanararnar, sum lótu lív í vietnamkrígnum. Saman við øllum øðrum, sum hava latið lív í tænastu fyri land og tjóð og fyri at verja amerikonsk virði og áhugamál, verða hesir roknaðir at vera tjóðarhetjur.

Talan er um svartan granitvegg. Nøvnini á øllum teimum, sum fullu í ótespiliga krígnum, eru skrivað. Har bar tað til hjá okkum at lesa um hvønn einstakan av teimum. Nær teir vóru føddir. Hvaðani teir vóru ættaðir, dagurin, tá ið teir lótu lív, og so bar til at rokna seg fram til, hvussu langt teir náddu á lívsleiðini, og at hugsa um tey, ið eftir sótu og fingu deyðsboðini og syrgdu og saknaðu – foreldur og systkin og kanska kona ella genta og børn.

                Hetta rørdi meg, og eg kendi takksemi fyri, at vit eru spard fyri kríggj og alt, sum tað ber við sær. Men so hugsaði eg um allar teir, sum eru falnir í tænastu fyri okkara land og okkara tjóð. Teir, sum eru farnir á útróðri, og teir, sum eru farnir í sambandi við skipsfiskaskap. Eisini abbi mín á Toftum, sum á veg heim úr Íslandi slerdi út av deyðsiglaranum Zealous í september í 1937 og pápabeiggja mín, sum 7. november í 1966 doyði umborð á norskum farmaskipi á veg til Genoa í Italia.

 

 

Tá ið tað var um reppið

Tá ið Gertrud greiddi so væl frá um dramatisku hendingina úti fyri lendingini í Mikladali í 1966, so spældi tað væl av. Tað hevur tað so ofta gjørt, og vit, sum eru uppvaksin í fiskivinnusamfelag her norðuri, hava hoyrt sovornar søgur um, tá ið tað kundi endað heilt galið, men tað spældi væl av. Eitt nú hoyrdu vit 2. jóladag í fjør í sending hjá Magna Arge, pápa hansara Niels Juel hava samrøðu við abba mín, Jóannes bónda í Heimistovu í Svínoy, um ringa útróðrardagin 12. februar 1943, tá ið tað stóð heilt illa til hjá fýra svínoyarbátum, sum vóru á útróðri úti í Miðhavinum, tá ið ódnarstormur við svørtum kavaroki brast á, og tríggjar illa staddar manningar vórðu bjargaðar av deksbátinum Nekki og tann síðsta, sum umborð á Hans Arge av álvara var í havsneyð, varð bjargað av bretska trolaranum Ben Varvas.

 

Okkara hetjur

Fyri nøkrum mánaðum síðani varð tosað um, hvørjar hetjurnar eru í okkara landi. Hjá mær er eingin ivi um, at hetjurnar eru tey, sum av álvara gera mun. Tey, sum Esaias profetur sigur um, at hvussu yndisligir eru ikki á fjøllunum føtur hansara, sum kemur við gleðiboðum, og sum boðar frið, og tey, sum í sínum dagliga yrki tæna okkara gomlu og teimum, sum ikki klára seg uttan hjálp.

Og millum fremstu hetjurnar eru teir, sum ikki bóru boð í bý. Í dag eru vit savnað at minnast teir. Vit takka teimum, sum gingu undan í at reisa minnisvarðar, so tað ber okkum til at savnast á einum staði og minnast hesar. Nógvir fingu váta grøv, men tað er lagt so væl til rættis, at vit á hesum staði og so nógva staðni kring landið kunnu hittast soleiðis, sum vit gera í dag.

                Harrin signi sjófólk okkara, og ærað verið minni um teir, sum ikki bóru boð í bý.

Vit takka Harranum fyri, at eingin hetta seinasta árið er farin undir vinnu á sjónum. Eitt navn er komið at standa aftrat her við minnisvarðan á Syðradali. Tað er á Páll Østerø norðan av Nesi, sum 29 ára gamal fall á fjalli í Skorunum norðuri á Nesi góða summardagin 12. juli í 2018. Hann varð grivin á Eiði, har hann var nógv hjá ommuni, sum er her í dag saman við dóttrini. Páll var sonur Maud og Bárð Østerø, sum saman við børnunum eru her.

                Vit minnast nú í tøgn tey, sum eru farin á sjónum.

Skulu vit biðja saman:

                Gud og Faðir okkara. Takk fyri tín kærleika og gleðiboðskapin um fría frelsu við trúgv á Kristus. Takk fyri okkara land og okkara fólk. Vit bera okkum, sum her eru stødd, og okkara fram fyri teg. Og vit hugsa um tey, sum í dag syrgja og sakna teirra kæru, sum fóru á sjónum. Harri takk fyri lyfti títt, at tú ert verji og troystari hjá einkjum og faðirleysum.

                Faðir í Himlinum. Vit leggja okkara myndugleikar í tínar hendur og biðja teg um at geva teimum vísdóm og skynsemi at leggja til rættis og stýra í hesum torføru tíðum, og at sóttin, sum nú hevur herjað so leingi, skal vera av. Tað biðja vit um í tínum egna navni.

                Faðir vár, tú sum ert í himlunum! Heilagt verði navn títt; komi ríki títt, verði vilji tín sum í himli so á jørð; gev okkum í dag okkara dagliga breyð; og fyrigev okkum syndir okkara, so sum vit fyrigeva teimum, sum ímóti okkum synda; og leið okkum ikki í freistingar; men frels okkum frá tí illa, tí at títt er ríkið, valdið og heiðurin. Amen.