Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Landsinnsavning hjá Reyða Krossi

Jóhann Lützen

Sunnukvøldið 21. november kl. 19:00 hava øll møguleika at síggja árligu landsinnsavningin hjá Reyða Krossi beinleiðis á opnu sjónvarpsrásini Rás1 og á netinum (www.tv.fo).

Tá eru fólk og fyritøkur vælkomin at hjálpa Reyða Krossi at hjálpa har neyðin er størst í Føroyum og úti í heimi, við at stuðla við einari peningarupphædd.

Í sendingini verða áhugaverdar samrøður, innsløg og live tónleikaframførslur við eitt nú Týr, Gretu, Leu Kampmann og Robert McBernie.

Longu nú er møguligt at stuðla: øll, ið ringja 90 56 56, stuðla við kr. 150, og eru samstundis við í lutakastinum um ein spildurnýggjan Mazda MX-30 el-bil frá Wenzel. Eitt uppkall telur sum ein lutaseðil, og til ber til at ringja fleiri ferðir. 

Vinnarin verður funnin undir sendingini, og ringjast kann fram til sunnukvøldið 21. november kl. 19:50. Øll húsarhald í Føroyum hava fría atgongd til sjónvarpssrásina Rás1: tað einasta, ið krevst, er antenna, kaðal ella satelitt, og eitt sjónvarp.  

Fylg við á facebook vanganum hjá Reyða Krossi Føroya har ikki færri enn 5 gávukort frá FK við virði á kr. 2000 hvørt, vera FK útlutað.

Eisini ber til at lata peningagávu til Reyða Kross umvegis peningastovnar:

• Bank Nordik: 6460 4946954
• Betri: 9181 4950013
• Norðoyar Sparikassi: 9865 1003776
• Suðuroyar Sparikassi: 9870 4051387

Les meira um landsinnsavningina og møguleikar at stuðla á

www.redcross.fo/landsinnsavningin2021

Hjartans tøkk til bæði fólk og fyritøkur, sum velja at hjálpa Reyða Krossi at hjálpa.